Roberto Donadoni fekk ikki nakran sigur, tá hann fyrstu ferð stóð á odda fyri italsku heimsmeistarunum. Mótstøðuliðið var Kroatia, og á heimavølli eydnaðist teimum at basa Italia. Endaliga úrslitið gjørdist 2-0, og vórðu bæði málini skotin fyri steðgin. Málskjúttar hjá Kroatia vóru Eduardo da Silva og Luka Modric.