Annað umfar í bólkaspælinum verður spælt liðugt í dag. Í fyrsta dystinum megnaði Ungan at vinna eitt stig móti heimsmeistarunum úr Fraklandi. Dysturin endaði 1-1.
Tað var fult hús í Budapest til dystin í dag. Tað setti eisini sín dám á dystin. Fraklandi hevði tveir stórar møguleikar. Fyrst Kylian Mbappé og síðani Karim Benzema, men í báðum førum raktu teir ikki málið.
Beint fyri hálvleik kom Ungarn á odda. Attila Fiola bleiv leysur í vinstru og smekkaði bóltin flatt við nærmastu stong. Fagnaður á leikvøllinum í Ungarn var til at fáa eyga á.
Ungan stóð í móti til tjúgu minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki. Tá javnaði Antoine Griezmann, eftir gott uppspæl frá Kylian Mbappé, ið legði bóltin innfyri. Bóltuirn hoppaði útfrá til áleyparin hjá FC Barcelona, sum skoraði.
Seinastu løtuna trýsti Frakland, men við sigrinum á Týsklandi er ikki alneyðugt við einum sigri í hesum dystinum.
Bólkur F:
Ungarn – Frakland 1-1 (1-0)
1-0 Attila Fiola, 45+2
1-1 Antoine Griezmann, 66
Støðan:
1. Frakland 4
2. Portugal 3
3. Ungarn 1
4. Týskland 0