Heimsmeistararnir í fjórðingsfinaluni

?Deyðans bólkur? skuldi í kvøld endaliga avgerast, og størsti spurningur var, hvør skuldi fylgja Hollandi víðari til fjórðingsfinalurnar. Í Zürich brustu Frakland og Italia saman. Eric Abidal hjá Fraklandi fekk reyða kortið longu í 24. minutti, tá ið hann sum aftasti maður feldi Luca Toni. Andrea Pirlo setti hetta trygt í netið, og mótbrekkan hjá Fraklandi gjørdist ov brøtt. De Rossi slóð sigurin fastan í 62. minutti, tá ið hann umvegis ein franskan leikara sendi eitt fríspark í netið.

 

Í Bern fekk Rumenia eina stóra uppgávu, har teir møttu Hollandi, sum longu undan dystinum hevði tryggjað sær fjórðingsfinalupláss. Ein sigur til Rumenia hevði ført við sær, at teir eisini sluppu víðari úr bólkaspælinum. Holland gjørdist tó ein ov stórur biti, og teir appelsingulu vunnu trygt 2-0 við málum frá ungu framherjunum, Jan-Klaas Huntelaar og Robin van Persie.

 

Holland - Rumenia 2-0 (0-0)

1-0: Klaas-Jan Huntelaar, 54.

2-0: Robin van Persie, 87.

 

Frakland - Italia 0-2 (0-1)

0-1: Andrea Pirlo, 25. (br.)

0-2: Daniele De Rossi, 62.

Reytt kort: Eric Abidal, Frakland, 25.