Í kvøld verður ein ørgrynna av landsdystum spældir kring Europa. Føroyar skulu ikki á vøllin í kvøld, men tað skulu øll hini liðini í okkara EM-bólki.
Stóri dysturin verður spældur í París, har heimsmeistararnir úr Italia og varaheimsmeistararnir úr Frakland spæla eina endurtøku av HM-finaluni í summar.
Frakland hevur fingið góða byrjan í undankappingin, tí liðið vann 3-0 á útivølli ímóti Georgia leygardagin. Italia snávaði hinvegin í fyrst dystinum, tí liðið fekk bert javnleik á heimavølli ímóti Litava, sum verður roknað sum eitt av veikaru londunum í bólkinum.
Italia hevur ikki ráð at tapa dystin í kvøld, tí roknað verður við sera tættari kapping um fremstu plássini í bólkinum.
Danir til Íslands
Skotar fingu flúgvandi byrjan við stórsigrinum á Føroyum leygardagin, og Skotland skal í kvøld spæla á útivølli ímóti Litava. Megnar Skotland at vinna hendan dystin, liggja teir á odda í okkar EM-bólki eftir fyrstu umførini.
Ukraina og Georgia skulu eisini spæla í kvøld. Hetta er fyrsti dysturin hjá Ukraina í hesi undankapping, meðan Georgia hevur vunnið ein og tapt ein dyst.
Nógvir aðrir spennandi dystir eru á skránni í kvøld, og spenningurin er stórur í Íslandi, har Danmark kemur at spæla í kvøld. Ísland vann heili 3-0 á útivølli ímóti Norðurírlandi leygardagin, og har er stór optimisma undan dystinum ímóti Danmark. Danska TV3 sendir beinleiðis frá dystinum, sum byrjar klokkan 18.05 í kvøld.










