Á fleiri bókasøvnum vera tiltøk fyri bæði børn og vaksin hesa vikuna. Vit vóna at borgararnir í ymsu kommununum fara at taka væl ímóti hesum døgunum.
Týsdagin 22. apríl:
Borðspæls-umbýting á Býarbókasavninum. Kom við tínum borðspæli og být um við okkurt annað. (frá kl. 9-20)
Urtapottamarknaður á Landsbókasavninum. Tú kanst fáa, geva ella býta um urtapottar og avleggarar, júst sum tú vilt. Øll eru vælkomin. (frá kl. 10-18)
Býta leikur dagar á Klaksvíkar bókasavni. Børnini kunnu koma á bókasavnið við teimum leikum, sum tey ikki brúka longur og býta um við leikur sum onnur børn eru komið við. (frá kl. 13)
Ger eitt nýtt noða úr tógv-restum á Býarbókasavninum í Vági. Okur fara at læra at at knýta restir saman av tógvi við the magic knot-teknikkinum. Tak tínar tógvrestir við og ger eitt nýtt noða av tógvi, sum annars fór fyri skeyti. (frá kl. 14-16)
Leirvíkar bókasavn skipar fyri ruskbingo. Bingoplátur kunnu prentast út á heimsíðuni hjá Eysturkomunu. Mánadagin 28. apríl kl. 15-18 ber til at koma á bókasavnið í Leirvík við ruskinum, har vit skjilja tað. Øll sum hava fulla plátu vinna ein virðisseðil til ein ís í Effo, Leirvík.
Být um putlispøl á Bókasavninum við Løkin. Tak tíni gomlu putlispøl við á bókasavnið og být um við okkurt ”nýtt”. (frá kl. 13)
Sands bókasavn skipar fyri rudding. Fólk kunnu rudda og koma á bókasavnið at viga ruskið (frá kl. 10-15)
Mikudagin 23. apríl:
Borðspæls-umbýting á Býarbókasavninum. Kom við tínum borðspæli og být um við okkurt annað. (frá kl. 9-20)
Urtapottamarknaður á Landsbókasavninum. Tú kanst fáa, geva ella býta um urtapottar og avleggarar, júst sum tú vilt. Øll eru vælkomin. (frá kl. 10-18)
Býta leikur dagar á Klaksvíkar bókasavni. Børnini kunnu koma á bókasavnið við teimum leikum, sum tey ikki brúka longur og býta um við leikur sum onnur børn er komið við. (frá kl. 13)
Být um putlispøl á Bókasavninum við Løkin. Tak tíni gomlu putlispøl við á bókasavnið og být um við okkurt ”nýtt”. (frá kl. 13)
Søguløta á Bókasavninum við Løkin. Vit fara at hoyra søguna um ”Milo og gandasteinarnar” hjá Marcus Pfister. Ein kaffimuður verður at fáa. (kl. 16.30)
Vit binda úr restum á Klaksvíkar bókasavni. Kom á bókasavnið við tínum tógvrestum, vit fara at binda puntar til teppi, hoyra eina stuttsøgu, fáa ein drekkamunn og práta. (kl. 16.30)
Søguløta á Skála bókasavni. Vit fara at hoyra søguna um ”Milo og gandasteinarnar” hjá Marcus Pfister. Ein kaffimuður verður at fáa. (kl. 17.15)
Hósdagin 24. apríl:
Borðspæls-umbýting á Býarbókasavninum. Kom við tínum borðspæli og být um við okkurt annað. (frá kl. 9-20)
Urtapottamarknaður á Landsbókasavninum. Tú kanst fáa, geva ella býta um urtapottar og avleggarar, júst sum tú vilt. Øll eru vælkomin. (frá kl. 10-18)
Postarenning um heimsmálini á Sands bókasavni (frá kl. 10.00-16.00)
Býta leikur dagar á Klaksvíkar bókasavni. Børnini kunnu koma á bókasavnið við teimum leikum, sum tey ikki brúka longur og býta um við leikur sum onnur børn er komið við. (frá kl. 13)
Být um putlispøl á Bókasavninum við Løkin. Tak tíni gomlu putlispøl við á bókasavnið og být um við okkurt ”nýtt”. (frá kl. 13)
Kreativ endurnýtsla og spøl á Kvívíkar skúla & bókasavni. Næmingarnir skipa fyri ymiskum spølum og endurnýtslu verkstovu fyri børnum, og Kvívíkar bókasavn hevur stóra bókaútsølu av brúktum bókum í fimleikahøllini. (kl. 14-17)
Skattaveiða fyri børn á Klaksvíkar bókasavni – lær um tey 17 heimsmálini Skattaveiðan verður í økinum runt bókasavnið. Øll sum luttaka eru við í lutakastinum um eitt gávukort. (frá kl. 15-17)
Søgu- & sangløta við Finn á Býarbókasavninum í Vági. Finn kemur at lesa fyri børnunum úr nýggju bókini Sjókæti hjá Sólrún Michelsen. (kl. 16)
Leygardagin 26. apríl
Borðspæls-umbýting á Býarbókasavninum. Kom við tínum borðspæli og být um við okkurt annað. (frá kl. 10-17)
Být um putlispøl á Bókasavninum við Løkin. Tak tíni gomlu putlispøl við á bókasavnið og být um við okkurt ”nýtt”. (frá kl. 10-16)
Sunnudagin 27. apríl
Borðspæls-umbýting á Býarbókasavninum. Kom við tínum borðspæli og být um við okkurt annað. (frá kl. 14-17)