Heimskendur úrmælingur til Føroyar

Heimskendur violinleikari spælir í Havn, saman við Føroya Symfoniorkestri - á dýrastu violin, sum nakrantíð man hava verið í Føroyum

Í annaðkvøld, leygarkvøldið trínur heimskendi violinspælarin, Pekka Kuusisto, á pall í Norðurlandahúsinum, har hann hevur konsert saman við Føroya Symfoniorkestur.

 

- Tað er ikki á hvørjum degi, at symfoniorkestrið fær møguleikan at spæla saman við einum slíkum úrmælingi, sigur Norðurlandahúsið.

 

Pekka Kuusisto kemur higar til Føroya beint av konsert í Royal Festival Hall í London.

 

- Hóast gravgangur er eftir honum, hevur hann givið sær stundir at koma til Føroya, sigur Norðurlandahúsið

 

Á skránni eru verk eftir finsku tónaskøldini Jean Sibelius og Einojuhani Rautavaara, og Pekka Kuusisto fer eisini at spæla eitt sera vakurt verk fyri strúkarar, eftir lettiska tónaskaldið, Vasks.

 

Kvøldið endar við kenda verkinum Finlandia eftir Sibelius.


Pekka Kuusisto fór longu trý ára gamal at spæla violin og 19 ára gamal var hann fyrsti finnlendingurin at vinna Altjóða Sibelius Violinkappingina.

 

- Hann hevur fingið altjóða viðurkenning bæði sum solistur og orkesturleiðari, og eisini fyri sína nýhugsandi og frískligu tilgongd til tónleikin og framførslurnar sum heild, sigur Norðurlandahúsið.

 

- Hann arbeiðir javnan saman við tónaskøldum, og fleiri violinkonsertir eru skrivaðar beinleiðis til hansara.

 

Í fjør fekk hann Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins. Grundgevingin fyri tí, var, at hann ”ferðast við fullkomnum frælsi og stórum forvitni í tónlistarliga landslagnum, og málar heilt nýggjar tónar á kend myndaevni. Óttaleysur kannar hann ókendar leiðir men bjóðar áhoyrarunum og viðleikarum innar í eina kreativa tilgongd".

Og stóra blaðið, The Guardian, skrivaði um hann, at hann hevur ta sjálvdsomu gávu, at hann verður partur av tónleikinum, hann spælir, ístaðin fyri bert at framføra hann.


Við sær til Føroya hevur Pekka Kuusisto eina Guadagnini violin frá 1752, sum hann hevur fingið til láns frá Finska Mentanargrunninum, og sum er verd fleiri milliónir.

Myndina av Pekka Kuusisto hevur Kaapo Kamu tikið.