Heimskendur tónleikari til Føroya - men hann fer ikki at spæla

Hann skal halda fyrilestur fyri vinnulívsfólki í Føroyum

Tað verður eingin minni enn Sir Bob Geldof, sum verður høvuðsfyrilestrahaldari á Vinnudegnum á vinnudegnum, sum verður í Norðurlandahúsinum Havn tann 27. september

Bob Geldof, heimskendur tónleikari, fyrilestrarhaldari og íverksetari. Eitt nú var hann høvuðsmaður fyri heimsumfatandi  Live Aid og Band Aid koncertirnar.

Hann er eisini oddamaður í bólkinum Boom Town Rats, sum serliga hevði eitt heimskent lag, sum eisini varð nógv spælt í Føroyum, nevniliga I Don´t Like Mondays.

Á Vinnudegnum fer hann at halda ein fyrilestur um at gera mun, har hann fer at tosa um heimsmálini hjá ST, um tað, hann kallar etiska ábyrgd og um tørvin á samstarvi fyri at røkka úrslitinum.

Annars verða tríggir frilestrar á vinnudegnum og hinir báðir fyrilestrarhaldararnir verða Cleopatra Doumbia-Henry,doktari, og Peter Lund Madsen.

 Og, sum vant, fara tey eisini at velja Ársins Virki og ársins vinnuliga átak.