Kendi ungarski svimjarin Katinka Hosszú er í hesum døgum í Vági á venjingarlegu og venur í Páls Høll.
Dennis Holm, borgarstjóri, beyð Katinku vælkomna til Vágs og segði tað verða stóran heiður fyri Páls Høll, Vág og Føroyar, at størsti kvinnuligi svimjari í heiminum nú var komin á venjingarlegu í Vági.
Katinka greiddi sambært Vágs kommunu frá, at tey fyrrapartin høvdu verið á rundferð í nærumhvørvinum, og at hon sjáldan hevði sæð so stórslidna náttúru, sum har á leiðini. Seinnapartin skuldu tey hava eina framløgu fyri føroyska svimjilandsliðnum, áðrenn hon fór at venja í Páls Høll.
Borgarstjórin greiddi frá Katinku frá Páls Høll, og hvussu Páls Høll varð vorðin veruleiki við stuðli frá øllum í nærumhvørvinum, har Pál Joensen, sum Katinka hevði hoyrt um, var stóri íblásturin. Katinka visti eisini um, at litavska heimsstjørnan Rūta Meilutytė hevði verið á venjingarlegu í Páls Høll.
##med3##
Dennis Holm, borgarstjóri, handaði eisini Katinku gávur frá Vágs kommunu – handskar frá Sirri, myndabók úr Vági og so filmin um Nýggjárshaldið í Vági – og ynskti Katinku bestu eydnu í framtíðini, og segði at vágbingar nú hava fingið enn eina heimsstjørnu at heppa á við Olympisku Leikir í Tokoy í 2020.
Katinka Hosszú steðgar bert á í fáar dagar, tí hon fer av landinum aftur hósdagin.
##med2##