Heimskendur dj og realitystjørna í Fuglafirði

Heimskendi týskarin SASH! fer at framføra í Mentanarhúsinum fríggjakvøldið tann 8. mars. SASH! hevur selt 17 milliónir fløgur kring allan heimin, síðan hann bleiv kendur mitt í 90unum.

 

Millum hittini hjá SASH! kunnu nevnast Ecuador, Encore Une Fois, Stay, La Primavera, Adelante og mong onnur.

 

SASHs fer at framføra boðar á heimasíðu síni frá, at hann tann 8. marts fer at framføra í Føroyum.

 

Afturat SASH! hava fyrireikararnir fingið ein annan gest fríggjakvøldið 8. mars. Tað verður realitystjørnan Gustav frá "For lækker til

love", "Gustav & Linse på udebane" og "Divaer i junglen", ið fer at verða barrvørur alt kvøldið og alla náttina. Harafturat fara Kenneth & Albin at spæla livandi tónleik.