Heimskendur bilur úr Andeby

Vit hava havt vitjan av nógvum ymiskum ellisakførum í summar. Alt frá BMW Isetta til Morgan og Citroen Traction Avant. Men mánadagin var ein heilt serligur bilur við eini kendari nummarplátu á vitjan.

Mánadagin stóð ein kendur bilur umborð á Norrönu við nummarplátuni 313. Talan er um bilin hjá Anders And. Vit fóru umborð og spurdu eftir Anders, men hann var ikki at hitta. Hann hevur nýliga fylt 75 ár og hevur helst fingið sær ein lúr. Men hóast tað fingu vit loyvi frá manningini at taka myndir av bilinum. Um tað er í sambandi við 75 ára føðingardagin, at hann er komin higar til lands á veg til Íslands, vita vit ikki.


Anders And byrjaði sína karieru tann 9. juni 1934, tá hann fyrstu ferð var at síggja í teknifilminum "The Wise Little Hen". Bilurin er fyrstu ferð at síggja í einum Walt Disney teknifilmi í 1937, har Anders And skuldi gera seg upp fyri Andersinu, men tað miseydnaðist, tí eslið hann sat á, ikki vildi sum hann vildi. Anders býtti tá eslið um við hendan bilin, sum síðan er vorðin heimskendur við nummarplátuni 313. Fyri nøkrum árum síðan, komu onkrar av Anders And søgunum í tær kendu Jumbo-bøkurnar, har 313 antin skal seljast ella skrottast, men Anders bjargar bilinum hvørja ferð. Nú er hann so farin til Íslands við bilinum. Nær bilurin verður aftur at síggja í Andeby, vita vit ikki við vissu.