Heimskendi rapparin Coolio deyður

Amerikanski rapparin Coolio, ið á sinni sang Gangsta’s Paradise. er deyður.

Heimskendi rapparin Coolio er deyður, vita útlendskir miðlar at siga frá.

 

Borgarliga navn hansara var Artis Leon Ivey Jr..

 

Coolio vitjaði ein vin í Los Angeles. Hann fór á WC, men kom ikki aftur, og vinirnir høvdu ampa av hesum, og funnu hann síðani lívleysan á gólvinum.

 

Ringt varð eftir hjálp, men tá hjálp kom á staðið, varð staðfest, at Coolio var deyður. Mett verður, at talan var um hjartatilburð.

 

Coolio gjørdist heimskendur, tá hann í 1995 sang Gangstas’ Paradise, ið gjørdist soundtrack til filmin Dangerous Minds.

 

Sangurin lá nummar eitt á amerikonsku hitlistunum í fleiri vikur, og Coolio fekk Grammy fyri sangin.

 

Coolio gjørdist 59 ára gamal.