Enski skemtarin og sjónleikarin Mel Smith er deyður, 60 ára gamal. Hann var annar partur av skemtarunum "Smith and Jones" og millum annað kendur fyri speiirøðina "Heimsins vánaligastu vertir".
Enskir fjølmiðlar siga frá umboðsmanni hansara, at Mel Smith er deyður av hjartatilburði í heimi sínum í London. Hetta skrivar Berlingske í kvøld.
Mel Smith byrjaði samstarvið við Griff Rhys Jones í speisendingini »Not the Nine OClock News«. Í 1982 fingu teir egna sending, sum um okkara leiðir fekk heitið "Heimsins vánaligastu vertir".
Teir báðir samstarvaðu eisini uttan fyri skíggjan. Teir høvdu egið framleiðslufelag, Talkback, sum gjørdist ein av fremst undirhaldsframleiðarum í Bretlalndi. Í 2000 seldu teir tað fyri 62 milliónir pund.
Gryff Rhys Jones sigur sambært The Guardian, um at starvsfelagin er farin:
"Eg fái meg ikki at trúgva, at hetta hevur hent. Fyri øll, sum kendu hann, var Mel ein lívskraft. Hann átti eina lívsgleði, sum tóktist ótømandi."
Umframt arbeiðið sum skemtari og sjónlelikari var Mel Smith leikstjóri við fleiri spælifilmar, millum annað fyrstu filmsútgávuna um Mr. Bean.
(Mynd: Jørgen Jessen)










