Heimsins tyngsti maður deyður

Við sínum 597 kilo var tann 48 ára gamli meksikanarin tyngsti maður í heiminum.

Tað var í 2007, at vektin hjá Manuel Uribe vísti 597 kilo, men eftir eitt klænkingarátak eydnaðist tað honum at fáa vektina niður á 394 kilo.

 

Manuel Uribe orkaði ikki upp á beinini, og tá hann bleiv fluttar á sjúkrahús fyri trimum vikum síðani, mátti hann flytast við einum krana. Hesin flutningshátturin bleiv eisini brúktur, tá Manuel Uribe giftist fyri seks árum síðani.

 

Á sjúkrahúsinum siga tey, at Manuel doyði av óregluligum hjartalagi, ið hevði samband við, at hann hevði ov lítið av vætu í beinunum. 

 

Eins og í grannalandinum USA stríðast nógv fólk í Meksiko við fiti. Sambært heilsumyndugleikunum eru 71 prosent av øllum vaksnum meksikanarum ov feitir, og triðja hvørt barn hevur sama trupulleika.