Í morgin letur heimsins størsti Change-handil dyrnar upp í Niels Finsensgøtu 18 í Havn.
- Change er ein donsk keta, sum hevur 200 handlar kring knøttin. Handilin bjóðar tað besta og breiðasta úrvalið av brósthaldarum, skál A-K. Change í Føroyum er handil nummar 201 í ketuni.
Tað sigur stjórin í Change Føroyar, Lis Waagstein.
- Hjá Change leggja vit stóran dent á at veita ráðgeving, so tú kanst finna júst ta røttu støddina til tín. Tað sigst, at umleið 80% av øllum kvinnum ganga í skeivari stødd, tá ræður um brósthaldarar. Vit bjóða heili 95 ymiskar støddir, og tí er týdningarmikið, at tú fært tann rætta brósthaldaran.
Lis sigur, at starvsfólkið í Change er útbúgvið til at veita bestu tænastu á sínum øki.
- Við egnari framleiðslu eru prísirnir dámligir og freistandi, og samstundis er dygdin í hásæti. Umframt undirklæði, fáast bikini, svimjidraktir, náttklæði, sokkabuksur og annað hjá okkum.
Merkini, sum eru at fáa í handlinum, eru Change, Charade by Change, ið er tað meira eksklusiva úrvalið frá Change, og síðani eitt heilt nýtt merki, ið er framleitt í samstarv við Britney Spears.
- Hetta merkið kallast Intimate Britney Spears, sigur Lis Waagstein, stjóri í Change Føroyar, við In.fo.