At eitt nýtt Mærsk skip kemur til Singapore er ikki nøkur rár hending. Dagurin varð heldur ikki hátíðarhildin sum so. Havnamyndugleikarnir komu umborð fyrrapartin og handaðu gávu. Seinnapartin vóru nøkur starvsfólk av Maersk skrivstovuni á South Point umborð og vitjaðu. Seinnapartin vóru eisini umboð fyri Donsku Sjómannskirkjuna umborð. Mærsk skipini er ein stórur partur av arbeiðsplássinum hjá Sjómannskirkjuni.
»Maersk Suvereign« er eitt risastórt skip. Tað finnast størri skip í heiminum, eitt nú oljutangaskip og onkur flogberi eisini, men einki skip í heiminum kann lasta so nógv tons av turrum farmi sum »Maersk Sovereign«. Hvussu nógv skipið lastar er eitt tal sum reiðaríðið heldur loyniligt fyri sínum kappingarneytum og harvið eisini pressuni. Skipið er væl omanfyri 70.000 tons stórt. Av brúnni og aftur á reyv eru 100 metrar, ella eitt sindur styttri enn longdin á Smyrli. Av brúnni og fram í gron eru yvir 300 metrar. Skipið tekur um 8000 20 fóts bingjur. Hetta talið er tó ikki váttað, sum áðurnevnt.
Myndin sýnir »Mærsk Suvereign« liggja við bryggju í bingjuhavnini Brani Terminal í Singapore. Legg merki til kranarnar, yvir skipinum, sum flyta bingjur umborð og í land av skipinum. Hendan dagin eru sjey kranar við skipið. Teir kunnu, tá gongst hampuliga væl, flyta 32 bingjur í land um tíman. Níggju kranar kunnu arbeiða í senn at tøma »Mærsk. Sovereign«. Tað gevur út móti 300 bingjum um tíman. Hendan dagin skuldi »Mærsk Sovereign« lossa 2000 bingjur í Singapore og skuldi hava nøkulunda sama talið umborð aftur.
»Maersk Sovereign« er fyrsta skipið av sokallaðu S-bátunum. Undan Sovereign vórðu bygd seks systurskip í fjør og í fyrrárið. Tey verða kallaði K-bátarnir. Tá Maersk letir byggja eina røð av skipum av sama slag, so byrja øll við sama bókstavið. K-bátarnir byrja allir við K, uttan »Regina Mærsk«, sum var tann fyrsti og navnið staðfestir eisini eitt heilt nýtt slag av skipi og nýhugsan. Munurin millum S-bátarnar og K-bátarnar er bert at á teimum nýggju er sett ein sektión meira uppi skipið, soleiðis, at tað er 30 metur longri og lastar ein tíggjundapart meira enn hini. Breiddin er tann sama. Annars er alt annað eins umborð.
Føroyingar við
Nakrir føroyingar eru við teimum nýggju K og nú S bátunum. Ongin er enn vorðin kaptajnur, men júst í hesum døgum mynstrar Marius í Garðastovu, sonur Agga í Garðastovu, sála, við »Reginu Maersk« sum yvirstýrimaður. Hann hevur fyrr siglt við »Kate Mærsk «sum 1. stýrimaður.
K og S bátarnir sigla í løtuni millum Europa og fjareystur. Teir byrja ofta ferðina í Gøtuborg, venda í Japan og enda ferðina aftur í Gøteborg. Ein slíkur túrur tekur umleið níggju vikur. Skipini eru altíð tvær reisur í Singapore á ferðini. Frá tí at teir koma úr Europa og til teir eru aftur úr Japan ganga vanliga 14 dagar.
Skipini sigla gjøgnum Suez, men Maersk umhugsar at lata tey sigla suður um Afrika. Hesin túrurin er seks samdøgur longri, men nógvur peningur verður spardur, tí sera dýrt er at sigla um Suez-veitina.