Heimsins sterkasta chili í SMS

Tað verður rættiligt lív í á torginum í SMS alla næstu viku, nú sølumiðstøðin aftur hevur ársdag.

 

Tað verður rættiligt lív í á torginum í SMS alla næstu viku, nú sølumiðstøðin aftur hevur ársdag.

 

Hesaferð fyllir SMS 37 ár.

 

Seinnapartin mikudagin fer navnframi Chili Klaus á pallin, og tá sleppa vitjandi at eta heimsins sterkastu chili.

 

Skipað verður fyri festligum føðingardegi í døgunum 3.-8. november, har høvi verður til ymiskar fjølbroyttar upplivingar á torginum.

 

Umframt Chili Klaus, fara eisini Jensina Olsen, gyklarin Ásbjørn, klovnurin Bubu og Martin Joensen at seta sín dám á.

 

Eisini verða altjóða gastronomiskar upplivingar.

 

Chili Klaus er kendur fyri at bjóða kendum fólkum av at eta heimsins sterkastu kili.

 

Hansara filmar, sum liggja á Youtube, eru sæddir fleiri miljónir ferðir, og hann er eisini ein sera umbiðin undirhaldari í Danmark í løtuni.