Heimsins størsta oljufelag til Føroya

ExxonMobil hevur keypt seg inn í trý loyvi hjá Statoil á Føroyaøkinum. Hetta eru einki minni enn stórtíðindi fyri oljutilgongdina í Føroyum - eisini í altjóða oljuhøpi. Atlantic Petroleum er eisini partur av samtakinum, sum fer at bora í summar.

Tað er eingin loyna, at ta síðstu tíðina hava vit fyri tað mesta sæð oljufeløg fara úr Føroyum. Men við avtalu, sum Statoil hevur gjørt við ExxonMobil, kann sigast, at vend er komin í. Tað eru nevniliga tveir sera sterkir spælarar í oljuhøpi, sum nú eru farnir at samstarva á Føroyaøkinum. Statoil stendur á odda fyri tilsamans seks loyvum í Føroyum. Tað eru trý av hesum loyvum, sum ExxonMobil nú hevur keypt partar av, í tveimum av loyvunum 50% og í einum 49%, nú Atlantic Petroleum eigur 1%. Statoil er so fyristøðufelag í øllum sínum loyvum og eigur 50% í hesum trimum loyvunum. Áhugavert verður at síggja, hvat fer at koma burturúr hesum samstarvi. Eitt er tó givið, at hetta kemur at styrkja um oljutilgongdina í Føroyum.

Lítið man verða at ivast í, at Statoil her hevur gjørt ein góðan handil. Líkt er eisini til, at felagið hevur havt eina heildarætlan fyri økið í langa tíð, og fingið sær loyvini bíliga, fyri síðani at selt út til tess at minka um váðan, so hvørt sum borast skuldi.

Fegnast
Í tíðindaskrivi sigur Rúni M. Hansen, stjóri hjá Statoil seg vera sera fegnan um at fáa ein so sterkan og royndan samstarvsfelaga á hesum avbjóðandi øki. Bæði ExxonMobil og Statoil hava drúgvar royndir við oljuleiting á tílíkum krevjandi leitingarleiðum. Hetta sundurbýti av loyvunum passar eisini væl inn í teirra heildarætlan um góða samanseting av ognum.

Ovasti leitingarstjórin hjá ExxonMobil, sigur í sama tíðindaskrivi, at ExxonMobil gleðir seg til samstarvið við Statoil, Atlantic Petroleum og føroysku myndugleikarnar um henda leitingarmøguleika. Hann sigur, at teir ætla at nýta teirra royndir og kunnleika til at leita eftir olju á føroyska landgrunninum við tí mest framkomnu tøknini og eftir trygdarreglum á hægsta stigi.

Tað kann av sonnum sigast, at tað eru tveir risar, sum nú skulu samstarva á Føroyaøkinum. Statoil hevur eitt marknaðarvirði uppá 450 milliardir danskar krónur, og ExxonMobil hevur eitt marknaðarvirði á umleið 450 milliardir dollarar. Til sammetingar kann sigast, at danska fyritøkan A.P Møller Mærsk hevur eitt marknaðarvirði á 230 millardir danskar krónur

Vert er eisini at leggja merki til, at Atlantic Petroleum eigur 1% í loyvi 006, og fær sostatt Statoil og ExxonMobil sum samstarvsfelagar. Eisini ein áhugaverd og spennandi tilgongd hjá tí føroyska oljufelagnum.