Heimsins størsta hospitalsskip vitjar í Føroyum

Frá 7. til 15. juli í summar vitjar í Føroyum hospitalsskipi_ Anastasis, sum er eitt av trimum skipum í globala hjálparfelagsskapinum Mercy Ships, hvørs a_alendamál er at veita hjálp og vón í einum ney_støddum heimi. Eftir drúgt arbei_i í Sierra Leone kemur skipi_ í summar til Europa at fyrireika næstu fer_ina til tri_ja heimin, og leggur Anastasis lei_ina framvi_ Føroyum

Mercy Ships er ein vaksandi kristin hjálparfelagsskapur, sum vi_ trimum hospitalsskipum veitir hjálp í ney_støddum økjum, fyrst og fremst í tri_ja heiminum. Felagsskapurin hevur tr_ skip manna_ vi_ læknum, lærarum, landbúna_arfólki, sjúkrarøktafrø_ingum, verkfrø_ingum og ø_rum faklærdum fólki, sum sigla úr havn í havn í ney_støddum økjum at veita alskyns hjálp til tilafturskomin fólk. Felagsskapurin Mercy Ships hevur veri_ virkin sí_ani 1978, og nú kemur eitt av teimum trimum skipunum, Anastasis, til Føroya at vitja í summar eftir drúgt arbei_i í Sierra Leone í Vesturafrika. Anastasis er heimsins størsta hospitalsskip vi_ umlei_ 400 frívilligum arbei_sfólkum umbor_ úr 35 ymsum tjó_um, og talan er tí av sonnum um eina multinationala manning, sum í summar vitjar í Nor_uratlantshavi.
Felagsskapurin hevur fingi_ nógvar vir_islønir fyri arbei_i_ sítt kring allan heim, og hevur hetta eisini vakt uppmerksemi á politiska leikpallinum. Eitt nú hava fyrrverandi og núverandi forsetarnir í Onglandi og USA, Tony Blair, John Major og Jimmy Carter, allir alment veitt stu_ul sín til Mercy Ships felagsskapin.

Til Europa eftir útger_
Hospitalsskipini hava n_mótans og framkomin laboratorii_ og skur_deildir umbor_ at grø_a ney_staddar sjúklingar í tri_ja heiminum, og gera skipini einafer_ um ári_ ney_ugar túrar til vesturheimin, ha_ani størsti peningaligi stu_ulin kemur. Alt arbei_i_ í felagsskapinum er frívilligt, og tí ver_ur alt virksemi_ fíggja_ gjøgnum gávur og stu_ul. Um slíkt professionelt hjálpararbei_i skal fremjast í tri_ja heiminum, er ney_ugt hvørt ár at útvega sær n_ggja útger_, proviant og ikki minst manning í Europa, sum als ikki eru at fáa í tilafturskomnum økjum, umframt at skipi_ fer á skipasmi_ju í T_sklandi. Hetta er orsøkin til, at Anastasis kemur til Europa og leggur lei_ina framvi_ Havnini frá 7. til 15. juli.
Su_urafrikanin Andre Cronje er samskipari umbor_ á Anastasis í sambandi vi_ havnavitjanir, og er hann longu komin til Føroya at gera fyrstu fyrireikingarnar til vitjanina í summar.
- Vit vilja kunna vesturlendingar og føroyingar um skipi_ og arbei_i_ okkara í tri_ja heiminum, og fáa øll høvi at koma umbor_ hesar dagarnar, sigur Andre Cronje, sum b_r í Cape Town. Hann vísir á, felagsskapur teirra hevur umbo_ í øllum Nor_urlondum, og í Føroyum er Annika vi_ Skipá umbo_ fyri Mercy Ships.
- Tískil eru vit fegin um høvi at vitja her um lei_ir, og vónandi ver_ur vitjanin væleydna_, sigur Andre Cronje. Annika vi_ Skipá grei_ir frá, at fleiri føroyingar hava veri_ umbor_ á skipinum, og sjálv hevur hon vi_ familju veri_ umbor_ í tilsamans seks mána_ir í Sierra Leone og Togo, har hon sum lærari undirvísti umbor_.
Vi_víkjandi fígging sigur Andre Cronje, at skipi_ í størstan mun fær peningagávur úr Onglandi og USA, og eru útrei_slurnar til virksemi_ umbor_ á Anastasis nakrar milliónir dollarar um ári_, har størsti parturin fer til útger_.

Gle_ibo_skapurin ígjøgnum hjálp
Andre Cronje grei_ir frá, at talan er um ein kristnan felagsskap, sum tó ikki er tengdur at ávísari trúargrein ella samkomu, me_an a_alendamáli_ fyrst og fremst er at hjálpa samfeløgum at koma á føtur, har praktiska hjálpin er ovast á ra_festingarlistanum.
- Ígjøgnum praktisku hjálpina bo_a vit gle_ibo_skapin um vón, og úrslitini hava veri_ fantastisk, sigur Andre Cronje. Hann vísir t.d. á, at eftir tr_ ár í Sierra Leone hevur manningin á Anastasis fingi_ landbúna_arvinnu í gongd, sjúkrahús, barnaheim, og hús eru bygd, undirvísing er komin í økini o.s.fr.
- Munurin í dag samanbori_ vi_, tá Anastasis á fyrsta sinni kom til Sierra Leone fyri trimum árum sí_ani, er heilt ótrúligur, sigur Andre Cronje úr Cape Town.
Í summar fáa føroyingar so høvi at vitja og stu_la virkseminum umbor_ á Anastasis, tá skipi_ liggur á Havnarvág í átta dagar, og eisini er høvi at fáa nærri kunning á heimasí_uni www.mercyships.org.