Heimsins ringasta kreppa

Kreppan í Darfur er tann ringasta í heiminum, og vaknar altjóða samfelagið ikki, verður hon uppaftur verri

Flóttafólkakommiserurin hjá ST, Antonio Guterres, er ikki í iva:
 Kreppan í sudanska lands­partinum Darfur álv­ars­samasta í heiminum í løtuni, og leggur altjóða samfelagið ikki trýst á teir stríðandi partarnar fyri at fáa teir at binda frið, kann kreppan enda sum ein sonn vanlukka, og tá er ilt at ímynda sær, hvat kann henda.
Á einum fundi við ST-trygd­arráðið fyri nøkrum døg­um síðani segði Antonio Guterres, at støðan í Darfur er versnað hendan seinasta mánaðin, og at hvønn dag eru hjálparfólkini vitni til, at flóttafólkalegur verða álopnar og oyðilagdar, og at ágangurin ímóti kvinnunum økist í hvørjum.
Kreppan í Datfur byrjaði fyri trimum árum síðani við uppreistri ímóti teimum sudansku myndugleikunum. Uppreistrarmenninir krevja størri sjálvræði, men stjórn­in svaraði kravinum við her­megi. Úrslitið er, at sivilfólk í hópatali eru myrd, og nógvar bygdir eru lagdar í oyði. Meiri enn tvær milliónir fólk eru flýdd, og tey, sum eru eftir, eru støðugt fyri álopi frá vápnaðum harkaliðum, sum óalment fáa stuðul frá stjórnarherinum.
Í einari nýggjari frágreiðing hjá amerikonsku stjórnini stendur, at royndirnar at fáa frið í Darfur eru at kalla farnar fyri bakka, og at harðskapurin økist dag frá degi. Í fjør lovaði su­danska stjórnin at bøta um mannarættindini í øllum landinum, men sambært ST er lítið og einki hent.
Afrikanski Eindarfelags­skap­ur­in hevur í løt­uni 6.800 her­menn í Darf­ur, men teir hava ikki megn­að at steðga óskil­in­um. Tað hev­ur verið upp á tal at senda ST-hermenn til Darfur, men enn er eingin avgerð tikin um tað.Kreppan í Darfur er tann ringasta í heiminum, og vaknar altjóða samfelagið ikki, verður hon uppaftur verri