Heimsins ríkasta land ráð til menningarhjálp

Sambandsflokkurin tekur undir við hugskotinum hjá Zakariasi Wang, um at bjóða ST., heimsbankanum og heimsins gløggastu øko­nomum hendavegin at síggja, hvønn týdning ríkis­felagsskapurin hevur havt fyri Føroyar.

Kaj Leo Johannesen, Sambandsflokkurin

Seinastu tíðina hevur ver­ið nógv kjakast um menn­ingarhjálp, og nógv ymisk sjónarmið eru løgd fyri dag­in. Onkur hevur ført fram, at vit eiga ikki at veita menn­ingarhjálp, fyrr enn all­ir sosialir trupulleikar í Før­oyum eru loystir. Hetta er tað sama sum at siga, at løtan verður ongantíð tann rætta, tí líkamikið hvussu nógv vit játta til almannamál, so verður trupult at fáa øll altíð at vera nøgd.
Samanborið við nógv onn­­ur lond í heiminum, eru Føroyar eitt sera ríkt land. Meðan fólk í øðrum lond­um stríðast við at fáa fita uppá kroppin á teirra børn­um, so er okkara trupul­­leiki, at børnini hava ov nógvan fita. Vit kunnu tí ikki rættiliga samanbera trupulleikarnar hjá okkum við trupulleikarnar út í stóru verð.
Sjálvsagt skulu vit ikki undirmeta teir sosialu trupul­leikarnar sum vit hava í Før­oyum. Tó kann stað­festast, at tað er munandi betri at liva í Føroyum, enn í flest øðrum londum í heiminum. Tí er tað avgjørt rætt av okkum at veita hjálp til teirra, sum hava hjálp fyri neyðini.
Í sambandi við kjakið um menningarhjálp, kundi onkur ikki lata vera við at gera full­­veldismálið til part av kjak­inum. Spurnartekin varð sett við, um tað var moralskt rætt at veita menningarhjálp, so leingi sum vit móttaka ríkisveitingina úr Danmark. Men hví verður hesin spurn­ing­urin reistur nú ? Hví hev­ur ongin sett spurnartekin við, um tað er moralskt rætt at veita til dømis út­búgv­ingarstuðul til lesandi, rentu­stuðul til sethúsaeigarar o.s.fr., meðan landskassin fær ríkisstuðul úr Danmark ? Er tað bara í sambandi við menningarhjálp, at tann moralski spurningurin hevur týdning ? Og er veru­leik­in ikki tann, at tað er innanfyri ríkisfelagsskapin at vit hava bygt upp eitt væl­­ferðarsamfelag, sum hev­­ur ráð til at veita bæði útbúgv­ingarstuðul, rentu­stuðul og nú eisini menn­ingarhjálp? At rað­fest­ing­arnar onkuntíð kundu verið ørvísi, er ein onnur søga.
Zakarias Wang skrivar í Dimmalætting í farnu viku, at um heimurin vil fáa at vita, hvussu stuðul ávirkar eitt samfelag, so kunnu vit bjóða S.T., heimsbankanum og heimsins gløggastu øko­nomum at kanna, hvat ið hent er við búskapinum í Før­­oy­um og Grønlandi ta tíð, vit hava fingið mestan stuð­ul av øllum heimsins londum. Hetta haldi eg vera eitt frálíkt hugskot, sum kann læra bæði okkum og onnur um tann týdning, ið samstarv millum lond hevur. Sjálvandi skulu allir serfrøðingar vera vælkomnir at síggja, hvønn týdning ríkisfelagsskapurin hevur havt fyri Føroyar.
Samstarv er vegurin fram. Vit skulu samstarva innanfyri ríkisfelagsskapin, til gagns fyri okkum sjálvi, men vit skulu eisini, saman við restini av ríkinum, fara út í onnur lond at samstarva við onnur, til gangs fyri allar partar.