74,61 sentimetrar. So stuttur var 21 ára gamli He Pingping, sum doyði í italska høvuðsstaðnum Rom í dag. Hetta upplýsir Guinness World Records, sum gav He Pingping pláss í tiltiknu metbókum sínum í 2008.
He Pingping, sum er kinverji, var í Rom í samband við nakrar sjónvarpsupptøkur, men varð innlagdur á sjúkrahús um vikuskiftið, tí hann hevði pínu í bringuni. Trupulleikarnir í bringuni var eisini tað, sum heimsins minsta manni lívið.