Heimsins longsta skíferð

Tann 34 ára gamli norski ævintýrarin Rune Gjeldnes hevur sum tann fyrsti nakrantíð ferðast einsamallur tvørtur um Antarktis uttan at hava fingið útgerð á vegnum.

Sjálv ferðin tvørtur um suðurpóllandið byrjaði fyri trimum mánaðum síðani, og í gjár kom Rune Gjeldnes til eina italska støð í Terra Nova-víkini. Tá hevði hann ferðast tvørtur um Antarktis, og teinurin svarar til eina ferð úr Oslo til Barcelona og norðuraftur, skrivar Aftenposten.

Rune Gjeldnes sigur við blaðið, at serliga tann seinasti parturin av ferðini var strævin og harafturat vandamikil, og hann viðgongur, at hann var bæði bangin og stúrin. Hann ætlar sær kortini at gera onkra spennandi ferðina afturat, men skíferðin tvørtur um Antarktis verður hansara seinasta pólferð, sigur hann.