Heimsins longsta ketta er deyð. Stewie, sum var 1,23 metrar long, gjørdist átta ára gomul.
Tað skrivar BBC.
Kettan doyði mánadagin av lymfukrabba, og tað er umleið eitt ár, síðan lymfukrabbin varð staðfestur.
Kettueigarin býr í Reno í Nevada í USA.
Síðan kettan doyði, hava fleiri hundrað fjepparar skrivað brøv og heilsanir á facebook-síðuni hjá kettuni.
Tað skrivar Associated Press.
Sagt verður um Stewie, at hon var ein ógvuliga sosial ketta, sum elskaði at møta fólki.
Tað var í ár 2010, at Stewie varð kosin at vera heimsins longsta ketta og endaði soleiðis í Guinness metbókini.
Hon átti eisini metið sum kettan við heimsins longsta hala.