Hundurin er so ræðuligur at líta at, at tað var um at kosta honum lívið Tvey ára gamli hundurin Elwood úr New Jersey í USA hevur fingið hann ivasama heiður at verða kosin heimsins ljótasti hundur. Elwood, sum vegna sína margháttligu útsjónd eisini verður róptur E. T. og Yodi, er ein blandingur millum ullaleysa slagið Chinese Crested og Chihuahua.
Kjósanin fór fram við árligu býarstevnuna í Marin-Sonoma í Kalifornia, og eigarin er ógvuliga errin av heitinum sum heimsins ljótasti hundur.
- Eg haldi hann er fittasti hundur í verðini, sigur eigarin Karen Quigly.
Hetta er aðru ferð at Elwood tekur lut í kappingini. Síðsta ár gjørdist hann nummar tvey.
Øll eru tó ikki eins fegin um hendan ljóta hund, og tað var um at kosta honum lívið. Hundaalarin helt nevniliga, at Elwood var for ljótur til, at nakar vildi keypa hann, so tað var um reppið, at hann varð avlívaður.
Lukkutíð fyri Elwood fall Karen Quigley fyri hansara stingandi eygum og smaskandi tungu.
Umframt heiðurin fylgdi eisini ein kekkur á túsund dollarar við heitinum, skrivar Politikken










