Heimsins hægsta?

Tað er ikki bara Æðuvík, sum er pyntað í hesum mánaðinum, tó at jólabygdin er nakað heilt serstakt. Kring um heimin eru eisini bygdir og býir pyntað til jólar. Seinasta hósdag var amerikanski forsetin, Barak Obama, í amerikanska høvuðsstaðnum, Washington, har gomul traditión er, at forsetin er við, tá ?jólabýurin? verður tendraður.

Í Miðamerika, Asia og Evropa hava eisini í hesi vikuni verið nógv stórsligin hátíðarhald og festivalar, sum sláa fast, at nú nærkast vit jólum.

Í japanska høvuðsstaðnum stendur ivaleyst heimsins størsta ?jólatræ?. Ikki er tað ektað, sum vit plaga at siga, ei heldur luktar tað av granni.

Og so kortini prýðir hetta jólatræið, vit síggja á myndini, ein av velduga stóru bygningunum í Tokyo.