Volvo koma á marknaðin við heimsins fyrstu hybrid lastbilum í 2009. Volvo hybrid lastbilarnir koyra í løtuni sum royndarbilar hjá einum svenskum renovationsfirma.
Hesir royndarbilar eru liður í tí síðstu royndarfasuni, áðrenn Volvo endaliga koma á marknaðin við hybrid lastbilum, sum koyra við bæði el- og dieselmotori í 2009, sigur Staffan Jufors, stjóri hjá Volvo Trucks í Svøríki.