49 ára gamla Terri Smith úr Ohio í USA er so feit, at hon ikki passar í skannaran, sum skal staðfesta, um hon hevur ein svull í heilanum. Terri Smith líður ofta av ógvusligari høvuðpínu, so neyðugt er skanna heila hennara fyri at fáa greiði á, hvør trupulleikin er, skrivar enska blaðið The Sun. Læknarnir hava illgruna um, at møguliga kann talan vera um ein svull á heilanum.
Hetta er tó ikki gjørligt sum nú er, tí Terri Smith vigar væl omanfyri 300 kilo og passar tískil ikki í skannaran. Í roynd og veru er hon so feit, at hon ikki fær flutt seg í songini, hon liggur í heima við hús. Tí eru tað maður hennara og dótturin, sum geva Terri Smith mat, vaska henni og lata hana í.
Ein lækni, Dariush Saghafi, hevur sambært The Sun sagt, at tey umhugsaðu at gera nýtlsu av skannaranum, djóragarðurin Cleveland Zoo brúkar til eitt nú fílar, men har hava tey ikki loyvi at skanna fólk í tí skannaranum.
Tí er kravið til Terri Smith einfalt. Hon skal av við so nógv kilo sum gjørligt, so skjótt sum møguligt, soleiðis at hon kann verða skannað.









