Heimsins effektivasti brandbilur

- Vit battarídrivnari klippiútgerð spara vit dýrabara tíð. Tá fólk sita føst, kann tað ofta snúgva seg um sekundir, sum gera munin, sigur átaksleiðari

 

 

Sydvestjysk Brandvæsen hevur fingið spildurnýggjan og sera framkomnan brandbil, sum avloysir bilin, ið er frá 2002. Gamli bilurin fer út á Fanø, har munandi færri uppgávur eru.

Við nýggja bilinum fáa sløkkiliðsfólk bestu og nýggjastu útgerð, eins og bilurin eisini tryggjar sløkkiliðsfólk betur og gevur eitt betri arbeiðsumhvørvi. Sløkkiliðsbilurin er eisini effektivari, tá ræður um eldsløkking, og hann er útgjørdur við framkomnum arbeiðsamboðum.

Millum amboðini er eitt nú ein ”saksur”, sum er rikin við battaríum. Hesin verður brúktur, tá fólk eftir álvarsligar ferðsluvanlukkur sita føst í bilum. Áður var neyðugt við pumpum og el-leidningum, sum skuldu setast til saksin, áðrenn hann kundi brúkast.

Nýggi brandbilurin er eisini útgjørdur við skerara, sum kann skera ígjøgnum pansaraglas og tjúkkan betongvegg. Brandbilurin, sum er bygdur í Póllandi, hevur ein Scania-motor á 410 HK. Bilurin koyrir skjótt, og tað kann vera avgerandi, tá eldur er. Í stýrhúsinum er pláss fyri fýra sløkkiliðsfólkum, umframt førara og sløkkiliðsleiðara.

Neyðugt er ikki at klintra upp á takið fyri at fáa hendur á stiðum og aðrari útgerð. Nú verður bara trýst á ein knøtt á einari fjarstýring fyri at fáa útbúnaðin niður. Frammanundan noyddust sløkkiliðsfólk at klintra upp á takið á brandbilinum, sum í hesum førinum er 3,10 metrar uppi og taka útbúnaðin niður.

Eisini í samband við sjálvt eldsløkkingararbeiðið er nýggi brandbilurin í einum flokki fyri seg. Hann hevur tvær hátrýstslangur á 120 metrar hvør, og hesar eru tvífalt so langar, sum gomlu slangurnar vóru. Vatntangin er á 3900 litrar, sum er út við tvífalt so nógv, sum tangin á gamla bilinum.

- Vit battarídrivnari klippiútgerð spara vit dýrabara tíð. Í einari álvarsamari ferðsluvanlukku, har fólk sita føst í bilinum, snýr tað seg ofta um lív ella deyð, og tá er spurningurin ofta um sekundir, sum kunnu gera munin, sigur átaksleiðarin, Thomas Laugesen, við Jydske Vestkysten.

##med2##