Bæði Gareth Bale og Paul Pogba hava roynt at verið heimsins dýrasti spælari. Teir hava eisini roynt at koma í ónáðir í sínum felagi, og í dag kunnu teir báðar skifta ókeypis, tí teir eru sáttmálaleysir. Báðir hava boðað frá, at teir gevast í sínum felag.
Í 2013 bleiv Gareth Bale heimsins dýrasti fótbóltsspælari, tá Real Madrid keypti hann frá Tottenham fyri áleið 750 milliónir krónur. Prísurin bleiv ikki kunngjørdur tá, men bleiv seinni almennur í Football Leaks.
Hann hevur vunnið fyri seg í Real Madrid, har hann millum annað hevur skorað í Champions League finalum. Seinastu tvey árini hevur hann tó fyri tað mesta sitið á bonkinum og spælt golf. Hann hevur verið útleigaður til Tottenham í tíðarskeiðnum, men tað tykist ikki sum Tottenham stendur á knøunum, at fáa walisiska landsliðsspælaran. Tá er Cardiff kanska eitt betri boð.
Í 2016 bleiv Paul Pogba keyptur til Manchester United fyri 780 milliónir krónur, og bleiv harvið heimsins dýrasti spælari tá. Sermerkt var, at hann fór til Manchester United sum 16 ára gamal,men skigti til Juventus í 2012, tá hann bleiv sáttmálaleysur. Nú fer hann aftur úr Manchester United sáttmálaleysur.
Søgurnar senda hann bæði til heimlandið til Paris Saint Germain, og aftur til Juventus, har hann spældi frá 2012 til 2016. Ein annar spælari hjá Manchester United, sum ikki heldur fram, er Jesse Lingaard. Hann skal eisini finna sær nýtt felag, nú sáttmálin hjá honum er útgingin.











