Paris Saint-Germain vann í kvøld greiðan 5-1 sigur á Metz í fronsku landskappingini. Sermerkt við dystinum er, at báðir teir dýrastu spælararnir í heiminum, brasilski Neymar og lokali Kylian Mbappé, skoraði í fyrsta dystinum saman.
Tað var annars Edinson Cavan, sum legði PSG á odda í fyrra hálvleiki, men stutt seinni javnaði Metz. Í seinna hálvleiki hevði málskjúttin hjá Metz, Emmanuel Riviere, ein gyltan møguleika at leggja heimaliðið á odda, men rakti ikki tóma málið.
Stutt seinni bleiv fyrrverandi Tottenham spælarin, Benoit Assou-Ekotto útvístur fyri at takla Kylian Mbappé. Helst eitt hart dømt reytt kort og tað helt venjarin hjá teimum eisini, tí hann bleiv eisini útvístur. So kom ferð á tær tríggjar milliardir krónurnar í álopinum. Fyrst skoraði Kylian Mbappé og síðani Neymar. Metz kláraði einki at gera við nýríka høvðusstaðarfelagið, sum eisini økti til 4-1 og 5-1.
Paris Saint-Germain keypti Neymar fyri 1,6 milliard krónur frá FC Barcelona, meðan Kylian Mbappé er fyribils leigaður úr Monaco, men verður síðani keypur komandi summar fyri áleið tað sama. Orsøkin til heldur løgnu avtaluna er, at PSG roynir at halda seg til reglugerðina um fíggjarligt vit og skil.