Bleiv eitt sindur illa við, tá eg læs í »Søfart«, um tvey føroysk fraktskip, sum vóru afturhildin av Port State Control í Skotlandi, vegna ov vánaliga útgerð. Søfart skrivar »en lang række alvorlige mangler«. Hetta er ikki góð reklama fyri Føroyar ella føroyska skipaflotan.
Krøvini til skip eru strong og tey verða strangari. Føroyingar sleppa ikki undan IMO krøvunum, skulu teir halda fram við at sigla.
Tey bæði afturhildnu skipini lúkaðu ikki SOLAS ella STCW krøvini.
Tað eru óiva fleiri skip undir føroyskum flaggi, sum ikki lúka IMO krøvini. Hetta má skipaeftirlitið syrgja fyri við at kanna skipini.
Føroyingar samanlíkna seg ofta við danir ella norðmenn, tá tað snýr seg um skip, fisk o.a., men tá tað snýr seg um tryggleika, sigla teir sín egna sjógv, tí tryggleiki umborð kostar pening, og tað vilja teir ikki gjalda fyri.
Her kunnu teir bólkast við russum, grikkum, liberum, bert fyri at nevna nøkur lond.
Flestu donsku reiðarí eru við at innkoyra Quality & Safety Management System samsvarandi IMO¹s »ISM code«. Hetta meta danir vera neyðugt fyri at vera kappingarførir á altjóða marknaðinum.
Tá danir kunnu fáa skipini at koyra við n´gv størri úreiðslum - lønir, pensiónsgjøld eru nógv hægri enn í Føroyum, haraftrat kemur so øll endurútbúgving (kursus), og QA/SMS sum kostar nógvan pening - kunnu føroyingar eisini.
Ella er tað bert løtuvinningur tað snýr seg um í Føroyum?
Vónandi vóru tey bæði skipini bert eindømi.