Kaj byrjaði at arbeiða hjá Ivan Bilum í januar 1999 og hevur sostatt arbeitt við Dinitrol í 11 ár. Hetta tíðarskeiðið hevur hann nærum ongan sjúkradag havt. Og hóast hann koyrir millum Klaksvík og Tórshavn, so hevur veðrið ei heldur forða honum í at koma til arbeiðis. Starvsfelagarnir hjá Kaj ynskja honum hjartaliga tillukku við degnum og takka fyri hesi 11 árini.