Vit ynskja, at Føroyar skulu verða eitt samfelag við strekum búskapi, har arbeiði er til allar hendur, og har dygdargóðar sosialar skipanir tryggja okkum eitt virðiligt lív. Skulu vit røkka hesum máli, er neyðugt við greiðum og framsóknum ætlanum« (Visjón 2015 – Mál og vegir, 2007)?Líka greið, sum visjónin hjá táverandi samgongu var á Ólavsøku 2005, líka greið er tann nýggja visjónin, sum núverandi samgonga hevur sett sær, at landskassahallið skal verða burtur í 2015, also á null! Tað er eisini ein góð visjón at hava, men samstundis sum man setti nógvar bólkar at útgreina visjónina »Heimsinis besta land«, so er ongin, sum kannar hvørjar avleiðingarnar vera av visjón »Null«. Hvørjar vælferðartænastur skulu ikki vera at bjóða føroyingum? Hvørjar verða avleiðingarnar fyri vælferðarsamfelagið, ella skulu vit hava eitt vælferðarsamfelag? Kunnu vit ikki liva við einum halli, meðan vit bíða eftir at inntøkusíðan veksur aftur....ella skulu vit til at endurbyggja vælferðina, tá vit aftur hava yvirskot??Vit hava tørv á politikarum, sum síggja møguleikar fram um forðingar! Sum ikki bert sita og eru afturlítandi, og grenja um tað, sum var. Sum gremja seg um ein niðurskurð av blokkinum fyri 10 árum síðani, samstundis sum somu politikarir hava sitið við ábyrd, meðan risastóra landskassa yvirskotið er vent til eitt risahall. Bara tí vit hava politikarar, sum ikki hava torað tikið neyðugu avgerðirnar fyri at fremja visjón 2015 í verki. Vit mangla politikarir, sum vilja taka ábyrgdina av at vera landspolitikarir, og sum hugsa um hvat tænir landinum best, og ikki hvat tænir sær sjálvum til næsta val!?Skulu fakfeløgini ikki vísa samfelagssinni og slaka í lønarkrøvum í ringum tíðum? Stutt sagt NEI! Fakfeløgini hava ikki ábyrgd av hvussu fíggjarpolitikurin verður førdur! Fakfeløgini eru til fyri sínar limir, og er endamálið at bøta um lønar og sáttmála korini hjá sínum limum. Í eini tíð har landsins politikur bert snýr seg um at økja um avgjøld og annan kostna fyri einstaka borgaran, er tað skyldan hjá fakfeløgunum at betra um lønarviðurskiftini hjá limunum. Pástandurin um, at tey alment løntu eru tey ríku í samfelagnum heldur ikki. Ein tann lægst lønti lønarbólkurin í Føroyum eru hjálparfólkini á dagstovnum, sum á fyrsta lønarstigi hava tað lægstu tímalønina sambart nøkurum sáttmála her í Føroyum...og tað sigur ikki so lítið.?Fakfeløgini gera rætt, tá ið tey standa fast við útsøgnina: Vit krevja nakað og vit fáa nakað. Einki annað kann góðtakast.