Finnur Sivertsen, búskaparfrøðingur
Business-Line.fo
--------------
Samlaða úrslitið fyri alt árið 2007 gjørdist 40,6 milliardir dollarar, ella góðar 200 milliardir danskar krónur. Hetta er besta roknskaparúrslitið, ið nakrantíð er staðfest í søguni.
2,5 ferðir Ísland
Góða úrslitið hjá Exxon Mobil er ein avleiðing av, at oljuprísurin í fjør gjørdist met høgur.
Úrslitið uppá 200 milliardir kr svarar til børsvirðið á stóru oljusamtøkunum Norsk Hydro, Orkla og Yara tilsamans. Men úrslitið svarar eisini til 2,5 ferðir bruttotjóðarúrtøku Íslands.
Úrslitið í fjør gjørdist betri enn væntað. Serfrøðingar høvdu frammanundan mett, at partabrævið fór at hækka 1,95 dollarar. Úrslitið gjørdist 2,13 dollarar, skrivar TDN Finans.
Framleiðslan minkar
Exxon Mobil stríðist sum mong onnur oljufeløg við at halda framleiðsluni uppi á verandi støði, men hetta tykist at verða trupult. Í 2007 hevði felagið eina framleiðslu uppá 2.517 milliónir føt um dagin og er hetta ein niðurgond uppá 0,161 mill. Talan er kortini um eina størri framleiðslu enn hjá Noregi tilsamans, ið framleiðir 2,2 mill. føt um dagin.
Góða úrslitið fær øði í bila- og húsaeigarar
Góða úrslitið hjá Exxon Mobil skapir sum verða man gleði hjá eigaraskaranum. Men úrslitið kann eisini væntast at fáa sinnini í kók hjá hart sperdum amerikanskum bila- og húsaeigarum, ið halda seg gjalda meira fyri bensin og olju, enn neyðugt.
Samstundis fer nógva umrøðan av góða úrslitinum hjá Exxon Mobil aftur at seta eyka lív í tosið um, at leggja eykaskatt á stóru vinningarnar hjá amerikanskum oljufeløgunum.