Vinnarin av heimsins bestu miðlamynd er júst kosin. Tað er suðurafrikanski myndamaðurin, Jodi Bieber, sum hevur tikið myndina av afgansku kvinnuni. Tað tók bert umleið ein túsundapart sekund at taka myndina, men avleiðingarnar hava verið risastórar.
Eins og fleiri av undanfarnu vinnarunum stavar eisini ársins besta mynd frá einum av heimsins ófriðarligu støðum. Myndin vísir 18 ára gomlu afgansku gentuna, Bibi Aisha, ið sum ungur tanáringur fekk nøsina og oyruni skorin av.
Myndin fór verðina runt, tá hon var forsíðumynd á Time Magazine í fjør. Evnið í greinini var »Hvat hendir um Vesturheimurin hvørvur úr Afganistan«.
Bibi Aisha gjørdist ímyndin av økta frælsinum hjá afganskum kvinnum eftir, at talibal-stjórnin fall, og hvat kanska hendir, um Vesturheimurin tekur seg úr Afganistan.
Sum 12 ára gomul varð Bibi Aisha givin burtur til ein talibanhermann av pápa sínum sum útgjald upp á eina stóra skuld. Talibanhermaðurin og familja hansara fóru ógvuliga illa við henni og lótu hana sova í fjósinum saman við djórunum.
Eina nátt varð hon latin eftir, bløðandi og illa skemma í afgansku fjøllunum. Tað eydnaðist henni at grulva til húsini hjá mammubeiggja sínum, og hann fekk hana til eina amerikanska herstøð. Har fekk hon lívbjargandi fyrstuhjálp.
Eftir at Bibi Aisha gjørdist heimskend, fekk hon ókeypis plastiska skurðviðgerð í Californien, og í dag er andlit hennara púra óskemmað, skrivar Berlinske Tidende.