Heimsins besta Heidi

Heidi Andreasen av Eiði er komin í fínt selskab. Hon skal kappast ímóti fýra øðrum ítróttarfólkum um at gerast ársins ítróttarfólk í heiminum við breki. 16 ára gamli svimjarin sigur, at hon enn ikki hevur fatað, at júst hon er vald út, og at hon skal luttaka á gallakvøldi í Monaco við kendastu ítróttarstjørnunum í heiminum

Heidi Andreasen hevur ikki gjørt nógv við svimjingina seinastu tíðina, tí hon hevur havt ymsar skaðar at dragast við. Tó er hon ikki gloymd á altjóða ítróttarpallinum. Hon er nevniliga millum tey fimm innstillaðu til at gerast Worls Sportsperson Of The Year With A Disability hjá Laureus World Sports Awards.
Aðrir bólkar eru eisini, og hetta er eitt stórhending innan ítróttin, har nøkur av teimum kendastu ítróttarfólkunum í heiminum eru við, so sum Micheal Schumacher, Micheal Jordan, Jennifer Capriati, Steven Gerrard og Ian Thorpe.
? Eg dugi ikki at fata tað ordiliga enn, at eg skal vera á palli við so kendum stjørnum, og eg eri ótrúliga spent, sigur lítillætna Heidi Andreasen.
Heidi sjálv og tey nærmastu fingu boðini fyri nøkrum vikum síðani, men hetta hevur verið eitt loyndarmál inntil nú. Eiðisgentan fekk bræv frá Laureus felagsskapinum, meðan hon var á sjúkrahúsinum í Keypmannahavn.

Venjarin við
Av tí at Heidi er so ung á aldri, hevur hon fingið møguleika at bjóða einum persóni við til Monaco. Katrin Johansen, sum er venjari hjá Heidi, skal vera í fylgi við henni, tá tær fara til fyrstadømi við Miðalhavið.
? Katrin Johansen hevur ein part av æruni fyri tey góðu úrslitini, og hon er eisini ógvuliga errin av mær. Tí havi eg biðið hana komið við mær til Monaco, sigur Heidi.
Orsøkin til at Heidi hevur fingið hendan heiður eru góðu úrslitini í EM-kappingini í Stokkholm í fjør summar.
Tá fekk hon fýra gullmerki og eitt bronsumerki. Harumframt setti hon eitt heimsmet og eitt evropeiskt met. Heidi var eisini við á OL-leikunum í Sydney á sumri í 2000 saman við Ester Gaard Hansen. Tá fekk Heidi trý silvurmerki og eitt bronsumerki.
Síðani hevur hon tikið seg nógv fram, og í evropameistaraskapinum í Svøríki gjørdi hon veruliga bart. Eftir hesi úrslitini hava tey ovastu innan ítrótt fyri brekað fingið eygað á serstakliga evnaríku Heidi Andreasen av Eiði, og nú kann sigast, er hon komin á ovastu rók.

Darvað av skaðum
Seinastu tíðina hevur Heidi Andreasen verið illa darvað av skaðum. Hon hevur vøddaskaða í báðum akslunum, tí at ávísir vøddar í akslunum eru vorðnir ov sterkir í mun til aðrar. Hetta hevur givið henni trupulleikar.
Hon hevur eisini fingið tvær skurðviðgerðir á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn fyri stuttum, og vinstra beinið er í gipsi í løtuni.
Hon er tó við at koma fyri seg aftur og væntar, at hon kann fara undir venjingarnar aftur í apríl, men hon leggur dent á, at tað verður frá grundini, tí hon hevur ikki vant í langa tíð.

Tey kendastu
Millum gestirnar í Monaco verða nøkur av kendastu ítróttarfólkum í heiminum. Harumframt eru filmsstjørnur og fotomodell eisini boðin við.
Millum ítróttarfólkini, sum eru innstillað í teimum ymsu bólkunum, kunnu nevnast Formel 1 koyrarin Micheal Schumacher, kurvabóltsleikarin Micheal Jordan, tennisleikarin Goran Ivanisevic, fótbóltssplælarin Steven Gerrard, svimjararnir Ian Thorpe og Inge de Bruijn, tennisleikararnir Jennifer Capriati og Venus Williams og sjálvandi Heidi Andreasen. Harumframt er týska stórfelagið Bayern München eisini við í kappingini um at fáa heiður.
Eisini eru filmsstjørnur sum Sylvester Stallone og Micheal Douglas og Naomi Campbell, ið er fotomodel, boðin við.
? Eg hugsi eisini nógv um, hvussu eg skal vera ílatin til hetta høvi, sigur Heidi flennandi. Hon fekk í sambandi við innbjóðingina tvey videobond, sum vístu undanfarnu kappingarnar.
Enn hevur Heidi neyvan skrivað takkarrøðuna, sum hon skal halda, um hon vinnur, men hóast hon ikki verður kosin ársins ítróttarfólk í Monaco í mei mánaði, er hetta eitt megnar avrik, sum ikki eigur sín líka í føroyskari ítróttarsøgu.