Heimsins best umtókti maður takkar Norðurlondum

Eftir míni meting, er tað tí hóskandi, at peningur til víðkaðar kanningar á hernaðarøkinum, verður settur á fíggjarlógina fyri ár 2000, sigur løgmaður m.a. í aftursvari til Bjarna Djurholm

Jan Müller

úr Keypmannahavn


Í gjár kom suðurafrikanski forsetin, Nelson Mandela, til Danmarkar á takkarferð síni til Norðurlond og Hjáland. Mandela, sum er 80 ára gamal, fer frá sum forseti í juni, og er henda ferðin ein tann seinastda almenna ferðin hann ger, áðrenn hann fer úr forsetastravinum. Mandela ynskir fegin at takka Hálandi, Finlandi, Dnamark, Norergi og Svøríki fyri stuðulin, ANC og tað svarta Suðurafrika fekk í stríðsnum móti hvíta apartheidstýrinum.

Nelson Mandela man vera heimsins best umtókti persónur, verður bara hugsað um ta umtalu, sum hann fær alla staðni, har hann vitjar. Tað er í so máta einki undantak her í danska høvuðsstaðnum, har nógv er gjørt fyri at heiðra aldrandi suðruafrikanska forsetan.

- Eg vil fegin sleppa at takka serstakliga hesum londum fyri tann stuðul, tey veittu, tá vit í ANC (suðurafrikanska frælsisrørslan) mest høvdu brúk fyri honum, segði Nelson Mandela við tíðindamenn úr Danmark og Svøríki, áðrenn hann fór úr Suðurafrika í farnu viku.

- Úrslitið av hesum stuðuli var, at ANC gjørdist ført fyri at halda fram við stríðnum móti rasismu og apartheid. Eg vil fegin takka hesum londum ikki bert fyri tann peningaliga stuðulin men eisini fyri at hava tikið sær so væl av okkara børnum. Hesi lond vórðu har, tá vit stóðu einsamøll, segði Nelson Mandela, sum við hesum sipaði til, at ikki minst Norðurlond góvu týðandi ANC limum tak yvir høvdið, tá hesir vórðu koyrdir í útlegd ella forfylgdir av hvíta apartheidstýrinum.

Øll tey árini, Mandela sat í fnagatippi, vórðu tað ikki misnt limir í ANC, sum hildu til í m.a. Svøríki og Danmark, ið stóðu á odda fyri striðnum móti hvíta stýrinum.

Ein teirra var táverandi forsetin í ANC, Oliver Tambo, sum var í útlegd í Zambia øll árini, Nelson Mandela sat í fonglsi.

Nelson Mandela stegðar bert í Danmark í 24 tímar, so gongur leiðin til Oslo og at enda til Stokholm. Hann kom úr Finlandi til. Danmakar mándagin seinnapartin, tá drotninign tók ímóti í Kastrup.

Mánakvødlið var drotningimn vertur til ein galladøgurða. Har var eisini løgmaður og frú boðin við.

Týsmorugnin hittir fólkatingslimir, og millum teirra er eisini Jóanens Eidesgaard, valdur á fólkating fyri Javnaðarflokkin.

Eftir tað verður fundur við Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra og síðani veðrur tíðindafundur. Tá verða eisini umboð fyri føroyska pressu við. Kári Durhuus og Per Højgaard verða við frá føroysku tíðindatænastuni í Danmark, og eisini er Sosialurin umboðaður við blaðstjóranum.

Seinnapartin týsdagin bjóðar forstæirsráðharrin Mandela til ein frokost, og eisini tá verða løgmanshjúnini við. Anfinn Kallsberg sigur í eini viðmerking, at hann tók av innbjóðingini, sum var stílað til løgmansembætið.

Hóast Føroyar ikki hava nakað beinleiðis við vitjan Mandela at gera, so kann kortini sigast, at eisini Føroya løgting vísti solidaritet við teimum svørtu í Suðurafrika, tá tingið eftir drúgvt orðaskifti í fjølmiðlunum samtykti sama sanktiónspolitkkin, sum danska fólkatingið hevði settt út í kortið.

Kortini var tað ikki uttan hvøuðsbrýggj, at Føroyar lótu við seg koma í hesum stóra og álvarsliga máli. Meðan feliri onnur lond lýstu santkiónir móti apartheidstýrinum í Suðurafirka, so vórðu tað vinnulísmenn í Føroyum, sum væl hjálptir av fólkatingsmanninumn og løgtingsmanninum Óla Breckmann, knýttu samvinnu við stýrið í Namiba, sum tá var hjáland hjá Suðurafrika. Hóast tað kom beinleiðis áheitan frá ST-kommiserinum fyri Namibia um at gevast við hesum samstarvi, so helt tað kortini fram.

Sosialurin fer at hava fleiri tíðindi frá vitjan Mandela í Danmark í vikuni.