Heimsheilsustovnur er órógvaður um støðuna í Gaza

- Tað er ómøguligt at flyta fólk av sjúkrahúsum, sum eru full av sjúklingum, tí hetta setir lívið hjá sjúklingunum í váða.

Heimsheilsustovnurin WHO er stúrin fyri sjúkrahúsunum í Gaza, tí seinasta samdøgrið hevur ísraelski herurin bumbað nær sjúkrahúsum í Gazageiranum, eins og Ísrael krevur, at fólk fara av sjúkrahúsunum.

 

Ísraelska verjan IDF sigur, at tað hevur skund, at palestinar fara úr norðara parti av Gazageiranum.

 

- Seinastu tvær vikurnar hava við fleiri ferðir heitt á íbúgvarnar har norðuri í Gazageiranum og í Gazabýi um at fara suðuryvir. Hetta er fyri trygdina hjá borgarunum í økinum, sigur talsmaðurin hjá ísraelsku verjuni, Daniel Hagari.

 

Tað er tíðindastovan Reuters, sum endurgevur talsmannin.

 

ST hevur áður sagt, at tað er ómøguligt at flyta so mong menniskju upp á so stutta tíð, sum Ísrael krevur. Tað búgva umleið 2,3 miljónir fólk í tættbygda Gazageiranum.

 

- Men, seinastu tíðina hevur Ísrael eisini bumbað mál har suðuri i Gaza - og enntá í økjum, har Ísrael hevur biðið palestinar um at fara, veit tíðindastovan Reuters at siga.

 

Heimsheilsustovnurin WHO er rættiliga stúrin um gongdina. 

- Frágreiðingar frá palestinska Reyða Hálvmána, sum svarar til okkara Reyða Kross, eru ógvuliga órógvandi í samband við ísraelsku kravboðini um at flyta fólk av Al Quds-sjúkrahúsinum í Gaza.

 

Tað sigur leiðarin fyri heimsheilsustovnin WHO, Tedros Ghebreyesus, í einari útsøgn á X, fyrrverandi Twitter. Hann leggur dent á, at tað er ómøguligt at flyta fólk av sjúkrahúsum, sum eru full av sjúklingum, tí hetta setir lívið hjá sjúklingunum í váða.

 

Tedros Ghebreyesus vísir á, at sjúkrahús og heilsustovnar altíð eiga at vera vard sambært fólkarættinum. Reyði Hálvmáni sigur tað vera ómøguligt at flyta so nógvar sjúklingar av sjúkrahúsunum í Gaza.

 

Tíðindastovan AFP sigur, at tað framvegis eru fleiri túsund sjúklingar á sjúkrahúsunum í Gaza. Haraftrat hava fleiri enn 117.000 fólk søkt sær skjól í og við sjúkrahúsini í vónini um, at her er tryggari at vera enn í øðrum pørtum av landinum.

 

ST segði í gjár, at Ísrael hevur søkt at økjum nærindis sjúkrahúsunum í Gaza, eins og hernaðarligir palestinskir bólkar eisini hava skotið rakettir inn í Ísrael. Reuters veit at siga, at Ísrael hevur lagt Hamas undir at hava kommandostøðir og hernaðarútgerð í og undir sjúkrahúsunum í Gaza.