Heimsendur kroati tók ikki móti HM-silvur

Nikola Kalinic hevur ikki tikið móti HM-silvurinum, tí hann bleiv sendur heim

Tað var søgan, sum tóktist vinda upp á seg, so hvørt sum Kroatia vann seg víðari. Nikola Kalinic vildi ikki lata seg skifta inn í bólkaspælinum, og bleiv eftirfylgjandi sendur heim.

 

Men so hvørt sum Kroatia nærkaðist HM-finaluni, bleiv søgan bara størri. Á netinum bleiv gjørt gjøldur burturúr áleyparanum, sum helt so nógv av sær sjálvum, at hann endaði við at blíva sendur heim, og ikki upplivdi at verða ein partur av eini HM-finalu.

 

Nú skriva altjóða miðlar, at Nikola Kalinic skal hava takkað nei til eitt HM-silvurheiðursmerki, sum hann annars hevur rætt til, tí hann var við í upprunaliga hópinum hjá Kroatia.

 

Tað var í dystinum móti Nigeria í bólkaspælinum, at áleyparin noktaði at lata seg skifta inn. Eftir dystin segði venjarin, Zlatko Dalic, at hetta var aðru ferð, at hann hevði gjørt tað. Tí bleiv hann sendur heim. Í dag stendur Nikola Kalinic sum tann stóra rukkan á kroatiska landsliðnum.