Heimsbankin lækkar væntanir sínar til alheims vøkstur bæði í 2019 og 2020 eitt sindur. Tað hendir, tí tann væntaða framgongdin innan handil og íløgur er varligari enn roknað varð við.
Sambært bankanum vísir 2019 veikasta búskaparliga vøksturin síðani alheims fíggjarkreppuna fyri 10 árum síðani. Samstundis verður 2020 viðkvæmt av ótryggleikanum king geopolitisku spenningarnar og handil – og her ikki minst handilsstríðið millum USA og Kina.
Í seinastu vakstrarforsøgnini, Global Economic Prospects, sum var almannakunngjørd í gjár, lækkar Heimsbankin væntaða vøksturin við 0,2 prosentstigum fyri bæði árini.
Soleiðis metir bankin vøksturin í 2019 upp á 2,4 prosent, meðan metingin fyri 2020 ljóðar upp á 2,5 prosent.
/ritzau/Reuters