Heimsbúskapurin er á rættari kós

Heimsbúskapurin hevur flutt seg burtur frá eggini, og tað eru tekin úr evrulondunum og úr USA um meiri støðug búskaparviðurskifti. Tað sigur Altjóða Gjaldoyragrunnurin IMF, men sum samstundis ger greitt, at allar súður eru ikki syftar enn.

-Rætt er tað, at heimsbúskapurin er í bata, men rásarúmið er sera lítið, og tí er ikki rúm fyri mistøkum, sigur stjórin í IMF, Christine Lagarde (myndin). Hon sigur, at tey politisku tiltøkini, sum vórðu sett í verk fyri at tálma fíggjarkreppuni, eru nú farin at virka, og at búskaparlig lyklatøl úr USA elva til bjartskygni. Samstundis er tað týdningarmikið, at Evropa hevur loyst trupulleikarnar í Grikkalandi.

-Tey samskipaðu tiltøkini hava gjørt, at heimsbúskapurin hevur tikið eitt fet inn frá eggini, og at vit hava orsøk til at vera bjartskygd. Men hetta bjartskygnið má ikki rura okkum inn í eina falska kenslu av trygd, tí vit hava framvegis fíggjarligar og búskaparligar trupulleikar, sum vit mugu loysa, sigur Lagarde. Sum ein trupulleika nevnir hon oljuprísin, sum støðugt hækkar og kann gerast ein hóttan ímóti altjóða vøkstri. Ein annar trupulleiki er tað stóra arbeiðsloysið millum tey ungu.

Christine Lagarde sigur, at tað er umráðandi, at tey stóru búskaparlondini seta sær sama mál, tí tiltøkini hjá einum ávirka viðurskiftini á hinum.