Tað er nú greitt, at Frelsunnarherurin kortini fær pengar til at gera hitastovu á Herberginum í Havn. Upprunaliga var ætlanin at Herbergið skuldi fáa 500.000 krónur til hitastovuna Í fyrrakvøldið vildi samgongan ikki játta pengarnar, men hon broytti meining beint áðrenn fíggjarlógin fyri næsta ár varð endaliga samtykt í gjárkvøldið. Í tí sambandi varð semja gjørd um, at Herbergið skuldi fáa 400.000 krónur til hitastovuna og tað varð einmæltsamtykt, beint áðrenn Løgtingið fór í jólafrí í gjárkvøldið. Men tað var nú onkur tingfólk, sum helt, at navnið Hitastova var eitt sindur misvísandi, tí tað kundi fá fólk at misskilja málið. Tað var eisini onkur, sum staðfesti, at talan er altso ikki um, at Herbergið skal hava eina savna, men bara eitt rúm, har heimleys kunnu vera undir taki um dagin ístaðin fyri at liggja úti á berajólum. Les eisini: Vilja ikki játta 500.000 krónur til heimleys |










