Síðani bólkurin bleiv stovnaður í 2002, hevur hann verið við í Prix Føroyar finaluni, Gospel Prix finaluni, spælt á G!, hitað upp fyri rokklegendirnar í Petra , og hevur framført á hópin av konsertum bæði her heima og úti í heimi.
Andrias Højgaard og Arni Zachariasen stovnaðu bólkin í 2002. Skjótt eftir hetta fingu teir Jóhan á Lakjuni afturat sær. Bólkurin royndi seg so við ymiskum bassleikarum, áðrenn teir tríggir funnu tað ið teir leitaðu eftir í Leivur Vitalis. Braquet spælur eina blanding av modernaðum og klassiskum rokki, við ávirkan bæði úr 80'unum, 90'unum og nýggjari tíð.
Síðani bólkurin byrjaði, hevur Braquet altíð verið kendur sum ein sera góður live bólkur. Allir limirnir geva alt teir hava - og eitt sindur afturat, fyri at tryggja, at áhoyrarin fær eina so góða uppliving sum gjørligt.
Í 2005 gav Braquet út eina sjálvnevnda EP fløgu.