Heimir Guðjónsson fegnast um, at HB og hann eru steypavinnarar, og at tað harvið er greitt, at HB eisini næsta summar fer at luttaka í europeisku kappingini.
HB og venjarin stóðu fyri einum ári síðani so sera vónbrotnir um, at liðið hevði lorkað steypið burtur, sum HB hevði kós ímóti at vinna, tá ið teir vóru ellivu ímóti níggju B36 spælarum.
Nú er tað gloymt, og venjararnir og spælararnir fegnast um løgmanssteypið.
Sigurin fær tó ikki venjaran at siga, at nú er hetta árið bjargað.
-Vit hava framvegis møguleika at endurvinna FM, og tí avbjóðingini fara vit nú at hava fokus á. Vit eru níggju stig frá toppinum, og tað eru fimtan stig eftir at spæla um, so møguleikin er ikki burtur, og vit fara at stríðast fyri at vinna so stóra úrtøku, sum tað ber til.
Var løgmanssteypið síðsta steypið, sum tú og HB í felag vunnu?
-Sum eg segði, so miðja vit nú eftir at vinna FM. Hvussu tað verður við framtíðini er ikki greitt enn. HB og eg samráðast um nýggjan sáttmála, sigur Heimir Guðjónsson, sum í fjør vann FM saman við HB, og sum er fyrsti HB venjari í 15 ár, sum hevur verið við til at vinna finaluna um løgmanssteypið.