Heimir í Sportboxini

Nýggi venjarin hjá HB er er gestur í Sportboxini, umframt umboð fyri steypafinalistarnar

Í Sportboxini, sum er sending á Rás2 hvønn figgjadag millum klokkan 15 og 17, verður upptakt til steypafinalurnar í hondbólti, ið verða leygardagin. Sokallaðu “mind games” fóru longu í gongd eftir hálvfinalurnar, tá venjarin hjá Kyndli, Julian Johnsen, kunngjærdi H71 sum stórfavoritt. Nú hittast Julian Johansen og Sonni Larsen, venjari hjá H71, í studio.

 

Hoyr Rás2 á netinum við at trýsta HER

 

Hjá kvinnunum eru Kyndil og VÍF í finaluni. Her koma Turið Arge Samuelsen úr Kyndli og Kathe Frederiksen úr VÍF í studio. Liðini eru klárt tey bestu í kvinnudeildini, so tað er møguligt at avgerandi sálarligi munurin verður grundlagdur í rásarúminum í dag. Umframt, so verður eisini tosað við Rikke Nielsen, fyrrverandi danskur landsliðsspælari, sum kemur at greiða frá Lykke-liga.

 

Í tímanum frá 16 til 17 verður Fótbóltspanelið á skránni. Tá kemur nýggi venjarin hjá HB, Heimir Guðjónsson, í rásarúmið. Hann hevur frammanum verið venjari hjá FH í 10 ár. Liðið endaði ongantíð uttanfyri topp trý hesi árini. Eisini verður tosað við Frankie Jensen frá Venjarafelagnum, sum um vikuskiftið skipar fyri venjarakappingini.

 

Lurtið eftir Sportboxini á Rás2 í dag frá klokkan 15.