Heimir og HB vilja hava steypið

Upptakt: HB skal finna eina nýggja samanseting á miðjuni og Adrian er ivasamur

Tá HB í fjør setti íslendska Heimir Guðjónsson sum venjara, hevði felagið ikki vunnið gull síðani FM í 2013. Nú heldur venjarin fyri, at HB skal venja seg við at spæla um gull og vinna.

 

Brot úr grein í Sosialinum 28. feburar 2019

 

- Tað er týdningarmikið fyri felagið, at vit spæla fyri at vinna steypið. Vit leggja nógv fyri og spæla við besta liðnum, sigur Heimir Guðjónsson.

 

Hann verður uttan Trónd Jensen, Sebastian Pingel og Jógvan Skeel Nolsøe, meðan ársins spælari og toppsjúttin í fjør, Adrian Justinussen, er ivasamur. Hetta merkir, at HB skal finna eina nýggja samanseting á miðvøllinum, tí Grétar Gunnarsson er ikki longur í felagnum. Nýggjur er Hørður Askham, men hann er ein meiri vejukendur spælari enn Tróndur Jensen, sum hevur skipað spælið á miðvøllinum. Venjarin vil tó ikki siga so nógv um uppstillingina.

 

- Vit royna at finna bestu loysnina, so fáa vit at síggja sunnudagin hvussu tað verður. Kropsliga eru vit ókey fyri, men vit mugu halda fram at arbeiða við tí taktiska og betra tað, sigur Heimir Guðjónsson.

 

Ein annar nýggjur spælari er Pætur Petersen, sum er komin úr EB/Streymi. Hann hevur spælt á báðum kantunum í uppstartinum.

 

- Tað er sannlíkt, at Pætur Petersen kemur at spæla frá byrjan. Hann roynir at passa inn og skilja hvørjar uppgávur hann hevur, sigur venjarin hjá HB.

 

Á venjingarlegu í Turkalandi

Felagið hevur seinastu vikuna verið á venjingarlegu í Turkalandi. Íslandski venjarin letur væl at ferðini.

 

- Vit høvdu eina góða ferð. Tað er altíð gott at fáa samlað liðið í eina viku. Vit fingu vant tvær ferðir um dagin og arbeitt við tí, sum er neyðugt. Umstøðurnar vóru góðar og vøllinir vóru á eini leið. Vónandi hevur hetta hjálp okkum, sigur Heimir Guðjónsson.

 

FM1 sigur frá Stórsteypadystinum, sum verður sunnudagin klokkan 17. Byrjað verður at senda klokkan 16.30.

 

Vit gita:

HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Lasse T. Andersen, Magnus Egilsson – Pætur Petersen, Hørður Askham, Brynjar Hlöðversson, Símun Samuelsen – Dan í Soylu og Ari M. Olsen