Heimir hevur skipað HB betri

Klaksvíkingar rokna við, at útlendingarnir fara at lyfta teirra lið

Ólavsøkudag í fjør hittust HB og KÍ. Rómin kring einasta klassikaran millum hesi bæði liðini í Gundadali í fjør var øgiligur. HB vann 2-1, eftir at Páll Klettskarð legði klaksvíkingar framum.

Nú hittast javnadrarnir longu í fyrsta umfari á sama vølli. KÍ plagar at hava nógvar áskoðarar við sær, men ein dag undan grækarismessu verður skarin í vestara skýlinum væl minni, enn hann var á ólavsøku í fjør.

-Vit arbeiða fyri at okkara lið støðugt skal vera millum tey bestu. Hvussu langt tað røkkur, fáa vit at síggja. Útlendsku spælararnir hava roynst væl í fyrireikingunum. Hugburðurin hjá teimum vísir seg at vera góður, og teir hava víst góð avrik og eru longu partur av felagsskapinum, sigur Páll Klettskarð.

 

Ísak Simonsen verður ikki við í dag og næstu vikurnar, tí hann er skaddur í fótinum.

Ólavur Niclasen er skurðviðgjørdur og verður ikki tøkur næstu vikurnar.

Tað er ivasamt, um nýggju spælararnir Marko Dusak og Hákun Edmundsson verða førir fyri at spæla ídag.

Aksel B. Danielsen var ætlaður at vera á KÍ beinkinum í dag. Tað verður hann ikki. Í gjár varð hann skiftur inn á næstbesta liðið í Runavík. Hann sá beinleiðis reytt tíðliga í seinna hálvleiki, og harvið er hann leikbannaður ídag.

 

Hjá HB er eingin ivi um, hvat málið er. Tað ræður um aftur at vinna rættin at spæla í europeisku kappingarnar.

-Heimir Guðjónsson er nýggjur venjari, og eg haldi, at vit longu hava sæð, at liðið er betri skipað undir hansara leiðslu, enn tað hevur verið síðstu árini.

Tað sigur fremsti álopsspælarin Aleksandar Stankov úr Makedonia. Hann var nýggjur á HB liðnum í fjør, tá ið hann í átjan dystum skoraði tíggju mál. Tað verður vónað, at hansara leiklutur verður uppaftur størri í ár.

 

HB hevur trupulleikar í miðverjuni, tí Bartal Wardum er skaddur í fótinum, og harvið er tað ivasamt, um  hann verður førur fyri at spæla.

Nýggi íslendski spælarin, Brynjar Hlöðversson, er plágaður av skaða í lærinum, og harvið er tað eisini ivasamt, um hann verður við ídag.