Fjórða juni er síðsta freist at boða FIFA frá, hvørjir spælarar skulu luttaka í HM endaspælinum, sum um ein mánað verður í Russlandi.
Fyrsti landsliðsvenjarin av øllum teimum 32, sum í hesum døgum fyrireika seg at taka lut í HM endaspælinum, at almannakunngera spælararnar er íslendski landsliðsvenjarin Heimir Hallgrímsson. Í dag boðaði hann á tíðindafundi frá, hvørjir skulu umboða Ísland í fyrsta HM endaspælinum yvirhøvur, sum grannar okkara fyri vestan skulu luttaka í.
Bara ein av teimum 23 umboðar íslendskt felag. Tað er 33 ára gamli verjuspælarin Birkir Már Sævarsson, sum spælir við Vali í Reykjavík. Valur er barndómsfelagið hjá honum. Hann hevur spælt við Brann í Bergen og Hammarby í Svøríki, og nú er hann aftur í Reykjavík.
Allir hinir 22 eru á lønarlistanum í útlendskum feløgum. Tríggir málverjar hava fingið boð. Teir spæla allir í Danmark, og teir eru einastu spælararnir, sum umboða donsk feløg.
Tveir spælarar eru á lønarlistanum í feløgum, sum spæla í bestu eingilsku deildini. Teir eru Jóhann Berg Guðmundsson úr Burnley og Gylfi þór Sigurðsson úr Everton.
Millum teir spælararnar, sum eru í 35 manna bruttohópinum, og sum ikki hava fingið boð, eru Hjörtur Hermansson, sum er vongverji í Brøndby.
Kolbeinn Sigþórsson er best kendi íslendski álopsspælarin. Hann umboðar Nanter í Fraklandi. At hann ikki er á listanum kemst av, at hann orsaka av knæskaða ikki hevur spælt fótbólt í hálvtannað ár. Tað er dyggur smeitur fyri Íslandi, at hann ikki er tøkur.
Fram til fyrsta dystin hjá Íslandi í endaspælinum ber til at gera broytingar í hópinum, um onkur av teimum 23 verður skaddur. Fyrsti dysturin hjá Íslandi í HM endaspælinum verður16. juni í Moskva ímóti Argentina.
Ísland fyrireikar seg til endaspælið í venjingardysti ímóti Noregi 2. juni og ímóti Ghana 7. juni.
Í endaspælinum er Ísland í bólki saman við Argentina, Kroatia og Nigeria.
Hesir eru boðsendir at umboða Ísland í HM endaspælinum:
Málverjar
Hannes Þór Halldórsson, Randers
Rúnar Alex Rúnarsson, Nordsjælland
Frederik Schram, Roskilde
Verja
Birkir Már Sævarsson, Val
Ragnar Sigurðsson, Rostov
Kári Árnason, Aberdeen
Ari Freyr Skúlason, Lokeren
Sverrir Ingi Ingason, Rostov
Hörður Björgvin Magnússon, Bristol City
Hólmar Örn Eyjólfsson, Levski Sofia
Samúel Kári Friðjónsson, Vålerenga
Miðvøllur
Aron Einar Gunnarsson, Cardiff
Birkir Bjarnason, Aston Villa
Jóhann Berg Guðmundsson, Burnley
Emil Hallfreðsson, Udinese
Gylfi Þór Sigurðsson, Everton
Ólafur Ingi Skúlason, Karabükspor
Arnór Ingvi Traustason, Malmö
Rúrik Gíslason, Sandhausen
Álop
Alfreð Finnbogason, Augsburg
Jón Daði Böðvarsson, Reading
Björn Bergmann Sigurðarson, Rostov
Albert Guðmundsson, PSV