Íslendski venjarin, Heimir Hallgrímsson sum førdi Ísland til HM-endaspælið í Russlandi í 2018, og førdi Jamaika til bronsuheiðursmerki í CONCACAF Nations League fyrr í ár roynir seg nú sum landsliðsvenjari hjá Írlandi.
Staðfestast má, at Heimir Hallgrímsson hevur fingið eina tunga byrjan.
Í tveimum teimum fyrstu dystunum, ið báðir vóru leiktir á heimavølli á Aviva leikvøllinum í Dublin vóru Heimir Hallgrímsson og hansara menn fyri 0-2 tapum. Leygardagin tapti Írland 0-2 fyri Onglandi. Eitt tap sum svíður eyka orsaka av søguni millum londini, og týskvøldið tapti Írland 0-2 fyri Grikkalandi í bólki 2 í Nations League Deild B.
Í dystinum móti Onglandi søgdu hagtølini fyri royndir innanfyri málrammurnar 9-1 til Ongland, og í dystinum móti Grikkalandi søgdu hagtølini fyri royndir innanfyri málrammurnar 4-1 til Grikkaland. Ongland hevði bóltin 71 prosent av tíðini í dystinum móti Írlandi.
Hetta hevur fingið fyrrverandi írska landsliðsleikaran og fótbóltsfjølmiðlamannin, Eamon Dunphy hjá Irish Mirror í blekkhúsið. Eamon Dunphy krevur av írska fótbóltssambandinum, at teir geva Heimir sekkin í stundini.
Eamon Dunphy skrivar, at í sínum 79 ára langa lívi hevur hann ongantíð upplivað, at írska landsliðið hevur spælt so vánaligt sum í hesum báðum dystunum. Eamon Dunphy sigur seg ikki skilja, at írska fótbóltssambandið hevur funnið upp á at seta Heimir í starvið sum írskan landsliðsvenjara.
Eamon Dunphy spældi 23 landsdystir fyri Írland, árini millum 1965 og 1971. Hann spældi tey árini við Millwall í ensku liguni.
Í undanfarnu EM-undankappingini fekk Írland bert seks stig. Teir taptu allar dystirnar móti Fraklandi, Niðurlondum og Grikkalandi. Tað eydnaðist teimum bert at vinna á Gibraltar.
Í undanfarnu HM-undankappingini var Írland í undankappingarbólkinum 11 stig aftanfyri Serbia og átta stig aftanfyri Portugal.