Fyrrverandi venjarin hjá FH, Heimir Guðjónsson staðfestir nú, at hann er ikki á veg til Føroya at taka við venjarastarvinum í Víkingi. Hetta sigur Heimir Guðjónsson í stuttari samrøðu við íslendska Morgunblaðið.
Heimir Guðjónsson undirstrikar, at tað er ikki sannlíkt, at hann tekur við einum venjarastarvi í nærmastu framtíð: - Tað verður ikki veruleiki, sigur Heimir Guðjónsson við Morgunblaðið um eitt møguligt venjarastarv í Sarpugerði í Norðragøtu.
- Eg fari at umhugsa støðuna, og hvat eg skal fara at gera í framtíðini, men júst nú njóti eg lívið, havi frí, og havi tað gott, sigur Heimir Guðjónsson við Morgunblaðið.
Við íslendska fótbóltsmiðilin, fotbolta.net sigur formaðurin í Víkingi, Brandur Jacobsen, at Víkingur hevur ikki havt samráðingar við nakran venjara um at taka við starvinum, sum nú er leyst tá Sámal Erik Hentze er givin í starvinum aftaná at hava vunnið tvey FM-heiti við Vìkingi.